Sálmur 139 - Video
PUBLISHED:  Apr 18, 2015
DESCRIPTION:
Orð: Sálmur 139 (J. Dahls týðing)
Lag: Tummas Eivind Hansen
Sangarar: Ari Langgaard & Haraldur R. Højgaard
Framleitt av: Pætur Høj

Sálmur 139.
Harri, tú meg rannsakar og kennir.
Hvørt eg siti ella standi, tú tað veitst, langt burtur mín ætlan er tær kunn.
Hvørt eg gangi ella liggi, tú tað kannar, tú gjølla veitst um vegir mínar allar.

Niðurlag:

Áður enn orðið er mær á míni tungu, tú, Harri, tað kennir til fulnar.
Fyri aftan, fyri framman ert tú um meg, og hond tína hevur á meg tú lagt.
Tað er mær ov undurfult at skilja, ov høgt, eg eri ei fyri tí førur.


Hvar skal eg fara frá anda tínum, hvar skal eg flýggja frá ásjón tíni!
Stígi eg til himna upp, tá ert tú har; reiði eg í helheimi legu mína, sí, tú ert har.


Um eg sigi: «Myrkrið meg hylji, og ljósið íkring meg verði nátt!»
Tá er tó myrkrið tær ikki ov myrkt


Kanna meg, Guð, og kenn mítt hjarta, rannsaka meg og kenn mína hugsan!
Vita, um eg gangi á glatunarvegi og leið meg hin æviga vegin!
follow us on Twitter      Contact      Privacy Policy      Terms of Service
Copyright © BANDMINE // All Right Reserved
Return to top