Uni Arge - Einaferð - Video
PUBLISHED:  Jul 11, 2009
DESCRIPTION:
Góða eg má viðganga at alt er ikki gott
sum eg sigi og geri saman við tær
eg veit ikki altíð hvat er skeivt og hvat er rætt
so tað er gott at eg havi teg hjá mær

Einaferð einaferð
einaferð er farið alt sum er
men tá ið vit fara veit eg hvønn eg hevði her
eg hevði teg her hjá mær

Ódnir eru farnar og andlit eru horvin
árini fækka men vit eru við
vit hava verið saman alla hesa tíð
og vit funnu saman okkara frið

Einaferð einaferð
einaferð er farið alt sum er
men tá ið vit fara veit eg hvønn eg hevði her
eg hevði teg her hjá mær

Hví eg skrivi hví eg syngi hví eg spæli spyrja tey
eg veit onki annað svar
eg syngi bara fyri tær
eg syngi bara fyri tær

Eg vil ikki hugsa meir um tað sum koma skal
so lat meg nú liggja hjá tær í nátt
í øllum hesum meldrinum í hesi stóru verð
vil eg bara hoyra tín andadrátt

Einaferð einaferð
einaferð er farið alt sum er
men tá ið vit fara veit eg hvønn eg hevði her
eg hevði teg her hjá mær

Hví eg skrivi hví eg syngi hví eg spæli spyrja tey
eg veit onki annað svar
eg syngi bara fyri tær
eg syngi bara fyri tær


http://www.myspace.com/uniarge
follow us on Twitter      Contact      Privacy Policy      Terms of Service
Copyright © BANDMINE // All Right Reserved
Return to top